KVF: Góðar fimm milliónir krónur vóru í fjør av órøttum rindaðar í stuðli til útlendingar í fiskavirkisskipanini.
Tað staðfesta nýggj løgfrøðilig upprit, sum ALS-stýrið hevur biðið um.
Og hjá nøkrum útlendingum er hesin arbeiðsloysisstuðulin grundarlagið fyri uppihaldinum í Føroyum.
Millum 10 til 15 útlendingar hava í upp til hálvtannað ár fingið stuðul úr fiskavirkisskipanini, sjálvt um tey lítið og einki hava arbeitt hesa tíðina í Føroyum.
Tað staðfesti Eyðfinnur Jacobsen, stýrisformaður í ALS, tá hann var gestur í Breddanum í morgun.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo