Hagstovan: Fyrstu 10 mánaðirnar í ár hava vit útflutt fiskavørur fyri 11,4% meir enn somu mánaðir í fjør.
Samlaði útflutningurin var 7,9 milliardir krónur fyrstu 10 mánaðirnar í ár. Somu mánaðir í fjør var útflutningurin 7,2 milliardir krónur.
Í 2019, sum er tað árið vit higartil hava havt mestan útflutning, varð somuleiðis útflutt fyri 7,9 mia. fyrstu 10 mánaðirnar.
Laksaútflutningurin er vaksin 26,4% og var 3,5 mia. kr. fyrstu 10 mánaðirnar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo