Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Ársúrslitið hjá uppsjóvarvirkinum Pelagos í Fuglafirði var í fjør minni enn helvtin av tí sum tað var fyrraárið. Tað vísir roknskapurin sum júst er komin. Úrslitið eftir skatt, sum í 2022 var 79,5 mió kr, var í fjør 30,7 mió kr. Nettosølan minkaði úr 1,033 mia kr til 987 mió kr í fjør.  

Leiðslan sigur í frágreiðingini, at tað er støðan í heiminum við krígnum ímillum Russland og Ukraina, og tí sum harav er komið, sum dregur niður, og tá hugsað verður um hetta, so er hon nøgd við úrslitið. Hon væntar, at ringa gongdin kann halda fram í ár, og tí er hugsandi, at úrslitið verður lakari.

Fíggjarjavnin var 443 mió kr og eginognin 317 mió kr.

Jóhan Páll Joensen er stjóri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo