Tunnil.fo: Frá leygardegnum 1. Januar 2022 verða tillagingar gjørdar av prísunum fyri persónbilar, sum koyra gjøgnum Eysturoyartunnilin.
Tillagingin er serliga ætla teimum sum dagliga brúka tunnilin (pendlaðar). Yvirskipað verður tað soleiðis, at prísurin per túr fellur, jú fleiri ferðir tú koyrir ígjøgnum tunnilin í hvørjum kalendaramánaða. Hetta skal skiljast soleiðis, at fyrstu 10 túrarnir millum Eysturoynna og Streymoynna kosta kr. 75,- pr túr, túrur 11 til 20 kosta kr. 65,- pr. túr o.s.fr.
Avslátturin er treytaður av at tú hevur hald.
##med2##
Sum dømi kann nevnast at ein sum fyrr koyrdi 40 túrar í einum kalendaramánaða millum Streymoynna og Eysturoynna, skuldi gjalda kr. 2.940, meðan viðkomandi framyvir fer at gjalda kr. 2.100.
Meiri kunning um prísir o.a. sæst á www.tunnil.fo
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo