Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Klaksvíkar kommuna: Í ár verða Torradagarnir hildnir í Klaksvík 20. – 25. februar. Við støði í fiski og fiskivinnu verður skipað fyri ymiskum hugnaligum tiltøkum við frásagnum, framløgum, framsýningum, fiskivinnutingi og hugnaligum kaffipráti, har nógv áhugavert kemur fram.

Í Smæruni verður greitt frá hugtakinum at fara til lands á Íslandi. Jóna Skorheim greiðir frá um barnadagar á Trøllanesi og Helgi Jacobsen greiðir frá søguni um Skálanes.

Á Bókasavninum greiðir Hans Andrias Sølvará frá um Katlarnar og Tingstaðin í Vági -um týdning teirra í teirra samtíð við nøkrum dømum um dómar, har eru feldir. Høv í Norðuroyggjum, sum Bjørgfinnur Nielsen greiðir frá.

Eisini verða tiltak fyri børnum og bindikafé á Bókasavninum. Tónlistaskúlin hevur konsert og á Gamla Seglhúsið verður listaframsýning við Frits Johannesen.

Í Miðhøllini verður søgan um Sjómanskvinnuringarnar søgd av Torleif Johannesen. Týðandi leikluturin hjá Føroyingahavnin verður umrøddur av Aksel V. Johannesen, løgmanni og Henrik Old, sum hava verið har í hvør sínum ørindum.

Eisini verður Fiskivinnuting, har helst verður trivið í samhandil við Russland, fiskivinnutreytir, kvotabýti, uppisjóvarvinnuna o.a. Jón Brian Hvidtfeldt er vertur.

Hósdagakaféin í Betesda verður eisini á skrá, har John Høj og Jógvan við Keldu greiða frá m.a. menningarsøga Klaksvíkar, har Kjølbro tók stig til m.a. Klaksvíkar Hermetik og so nógv annað. Har vera frásøgubrot um tiltøk, sum løgdu lunnar undir menning av Klaksvík í fyrru hálvu av 20. øld og fram til okkara dagar. 17 sangara syngja til hetta høvið.

Á Café Gloriu verður stóra Fiskaborðið, har tú kanst velja millum fleiri fiskarættir, lyppir, kjálkar, knettir, frikadellir, saltfisk, feskan og ræstan fisk, livur og rogn, laks og annað. Eisini verður kaffi/te og køkur.

Eisini verður ein minnis-listaframsýning í Spinnarínum við Amariel Norðoy og Óla P. Stigtakara til spinnaríið fara at greiða frá ætlanum sínum.

Málkafé, sum Reyði Krossur skipar fyri, verður á Bókasavninum. Framsýning og søla av føroyskt framleiddum vørum úr leir- toy- tógv- træ- horn- og stálarbeiði, umframt cafá verður í Skálanum.

Í Húsinum verður Perluskeið við Elin. Leygardagin verður Torrarenning, sum Treysti skipar fyri.

Í Miðhøllini greiða Annika S. Biskopstø og Annbjørg Abrahamsen undir felagsheitinum «Lívið umborð» frá kanningum, tær hava gjørt hvør í sínum lagi. Onnur um skifti millum heimið og skipið og hin um møði, og vandar, ið kunnu standast av ov lítlum svøvni.

Matiné verður í Christianskirkjan leygarmorgunin og matstovurnar í býnum hava nógv at bjóða alla vikuna – helst verður okkurt tónleikainnslag eisini.

Torri er heitið, í gamla føroyska álmanakkanum, fyri næsta mánaðinum í árinum - roknað frá tendring síðst í januar til næstu tendring.  Hesa tíðina verður eisini tosað um torrafisk, torraleiðir, torrahýsu og -tosk, ið tá kemur inn á grunnin at gýta – nú fiskurin hevur rogn. Tað er manna søgn, at ravnur troðast í torra, verpur í gø og klekir í einmánaði – Nøvnini á hesum trimum mánaðunum eftir jóla.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo