Enska fótbóltssambandið hevur biðið Edinson Cavani um eina frágreiðing um orðing á Instagram sum fleiri halda var rasistisk, skrivar VG.
Eftir sigur í gjár, tá Cavani stútaði tvey av teimum trimum málunum hjá Manchester United í netið, var tað ein fjeppi sum ynskti honum til lukku við bragdinum.
«Gracias negrito», skrivaði Cavani sum svar á Instagram.
Og sambært enskum miðlum so kann MU-stjørnan fáa revsing fyri hesi orðini.
Fyri The Telegraph váttar enska fótbóltssambandið at Cavani er biðin um at koma við eini frágreiðing.
Bæði The Mirror og The Sun hava almannakunngjørt ein mynd av Instagram-innlegginum. Innleggið er síðan strikað, skrivar VG.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo