Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Menninir løgdu til brots í einmansleiki leygardagin kl 11 við innleiðandi bólkaspæli. Kl 14 vóru so cup-dystir á skránni. Í 1/8-finalunum vóru greiðir sigrar í flest øllum dystum.

Í 1/4-finalunum var sama mynstur, greiðir sigrar til favorittarnar. Tó gjørdist dysturin millum Stefan Petersen og Hans Vang sera spennandi og hóast Stefan førdi 3-1, so megnaði Hans at svara aftur og vinna 4-3.

Hans møtti Una Árting í hálvfinaluni. Men tá hevði Hans brúkt allar kreftirnar í ¼-finaluni og Uni vann ein greiðan sigur 5-1.

Í hinari hálvfinaluni hittust Jan McIntosh og Hans Eivind Olsen. Báðir spældu væl, men Jan var meiri avgjørdu í teimum tøttu settunu og vann eisini dystin 5-2.

Finalan var sostatt millum Jan McIntosh og Una Árting. Teir báðir hava hitst í mongum finalum, sum oftast við Jan sum vinnara.

Teir fylgdust til 3-3. Í sjeynda setti kiksaði Uni reyða bullin til at lukka 170 við 12 pílum. Uni vann tó settið og fann eisini eitt eyka gear, tí við stórspæli (13 og 15 pílum) legði hann seg á odda 5-3. Jan kom tó afturíaftur til 4-5.

Í 10. settinum var týðuligt at báðir fingu nervar. Teir byrjaðu illa og báðir høvdu møguleikan at lukka, áðrenn Uni settið pílin í double-8 og tryggjaði sær gullið. Ein sjaldsama væl spæld og spennandi finala, har báðir leikararnir høvdu yvir 80 í miðal.

Úrslit:
Menn
1. Uni Ártin
2. Jan McIntosh
3. Hans Vang
3. Hans Eivind Olsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo