Leygarmorgunin 24. oktobur fór ungdómslandsliðið í badminton til Finnlands at kappast í EM. Hetta er kapping fyri U19 leikarar, føddir í 2002 ella seinni. Kappingin verður fyriskipað annaðhvørt ár.
Venjari er Fai Yin Wong og við á føroyska landsliðnum eru Lena Maria Joensen, Miriam í Grótinum, Bjarnhild í Buð Justinussen, Hans Elttør, Rúni Øster og Hákun Thorkildshøj Sigvardsen.
Nítjan lið eru við í kappingini, harav átta lið eru seedaði. Fýra bólkar eru, og Føroyar eru í bólki 1 saman við Danmark, Týsklandi og Finnlandi. Hetta eru sterk mótstøðulið.
Danmark og Týskland eru tvey av átta liðum, sum eru seedaði. Danmark er seedað sum nr. 1. Tvey tey bestu liðini í hvørjum bólki fara víðari til fjórðingsfinalurnar.
Í morgin, hósdagin 29. oktobur kl. 17, spæla Føroyar móti Danmark, og fríggjadagin kl. 17 spæla Føroyar móti Týsklandi. Dystirnir kunnu síggjast beinleiðis umvegis heimasíðuna BadmintonEurope.tv.
Hetta er fyrsta stóra evropeiska badmintontiltaki eftir korona. Kappingin verður hildin í Lahti, Finnlandi. Tað er gjørd ein “badmintonbobla”, har allir luttakarar gista á Pajulahti Sports Institute. Hóast nógvar luttakarar, eru atlit tikin, so luttakararnir frá teimum ymsu londunum ikki koma í samband við hvønn annan. Pajulahti Sports Institute er í einum sera náttúruvøkrum øki framvið einum vatni. Luttakararnir hava møguleika at njóta vælumtókta siðin í Finnlandi, at hoppa í kalt vatn og síðani fara í sauna. Somuleiðis eru góðir venjingarmøguleikar við fleiri hallum.
Føroyska landsliðið hevur vant væl, og leikarnir eru spentir til hesa stóru avbjóðing, hóast mótstøðan verður hørð.
Tað verður spennandi at fylgja ungu føroyingunum, og óansæð hvussu gongur, fáa tey óivað eina ógloymandi uppliving.
Sí dystirnir beinleiðis á:
BadmintonEurope.tv
og fleiri upplýsingar um kappingina:
Á ókeypis “Sportify” appini, kotan er EJC2020
events.badmintoneurope.com/cms/
www.sulkapallo.fi/ejc2020/
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo