Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Umboðsmannatingið í USA hevur loksins góðtikið ein risastóran hjálparpakka til millum annað Ukraina. Republikanararnir hava leingi forða pakkanum, men nú gekk hann ígjøgnum, tí Ísrael og onnur sameind hjá USA eru eisini við.

Góðtekur Senatið eisini pakkan eru 61 milliardir dollarar í krígshjálp ávegis til Ukraina. Joe Biden, forseti, hevur biðið Senatið kvika sær, so hann kann seta sína undirskrift á lógina.

Ukrainski forsetin, Volodomyr Zelenskyj, sigur í viðmerking á sosiala miðlinum X, at hjálpin úr USA er kærkomin. Hon fer at steðga framgongdini hjá russum og spara nógv ukrainsk mannalív.

Russar siga hinvegin gjøgnum tíðindastovuna TASS, at stuðulin fer at gera USA ríkari men eisini gera, at fleiri ukrainar doyggja.

Jens Stoltenberg, Nato aðalskrivari, hevur sagt, at stuðulin fer at gera øll tryggari, bæði í Europa og Norðuramerika.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo