Ein arbeiðsbátur í alivinnuni skal tola eitt sindur av hvørjum, tí sæst eisini ofta slit á teimum.
Men Stangarnes hjá Bakkafrost í Suðuroy varð ikki til at kenna aftur, tá hon hevði verið til høvuðsumvælingar hjá MEST.
Fyrra myndin er frá mai, tá arbeiðið byrjaði, tær báðar seinnu eru frá í dag.
Arbeiðið umfataði millum annað:
-
Skift nógv stál yvir og undir dekki
-
Sandblásing innan og uttan
-
Metalisering uttan
-
Málað 3 ferðir undir dekki og 4 ferðir omandeks
-
Nýggjar motorar
-
Nýggjan krana
-
Nýtt manningarrúm
-
Nýtt maskinrúm til nýggjan hjálpimotor
-
Øll hydrauliska skipanin er skift út við nýggja eldrivna og orkusparandi skipan
- Arbeiðið er framt innan fyri avtalaða tíðarkarmin, og Bakkafrost fær nú í roynd og veru eina “nýggja” tvíkilju fyri ein góðan prís og við hálvari veitingartíð, siga tey hjá MEST.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo