Tveir bilar rendu frontalt saman á Giljanesi í gjár.
Av politistøðini verður sagt, at orsøkin var, at annar bilurin koyrdi yvir í hina vegbreytina. Førarin á tí bilinum vísti seg at hava drukkið, og hartil hevði hann onki koyrikort. Hann verður nú skuldsettur í málinum.
Tvey fólk sum vóru í hinum bilinum komu til skaða og vórðu flutt á Landssjúkrahúsinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo