Sitandi forsetin, sosialistiski Nicolas Maduro, hevur útnevnt seg sjálvan til vinnara á valinum seinasta vikuskifti. Men tað eru nógv ikki samd við honum í, og hava tí síðani gingið í mótmælisgongu í høvuðsstaðnum Caracas og øðrum býum. Heldur ikki USA, ST, ES og fleiri lond í Suðuramerika halda, at alt er ikki farið rætt fram.
Í dag kom so andstøðuleiðarin, Marina Corina, sum seinastu dagarnar hevur krógvað seg, tí hon stúrir fyri at verða tikin av døgum, undan kavi aftur og helt talu fyri mannamúgvuni (myndin).
Nærum 8 milliónir eru flýdd undan óskilinum í Venesuela seinastu 10 árini.
Ófriðurin seinastu dagarnar hevur kravt minst 20 mannalív, og minst 2.000 eru handtikin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo