Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Eyðdis H. Niclassen, borgarstjóri í Vága kommunu og Aksel V. Johannesen, løgmaður.

Eyðdis H. Niclassen, borgarstjóri í Vága kommunu og Aksel V. Johannesen, løgmaður.

Tunnilsbólkurin, sum virkar fyri at fáa bummgjaldið í Vágatunnlinum burtur, hevði fund týskvøldið.

Bólkurin hevur ásett 1. mars sum freist fyri eini loysn, og tí er neyðugt sum skjótast at koma til eina niðurstøðu. Um ikki landsstýrið tekur sær um reiggj og fylgir lógini, mugu onnur stig takast.

Tað fyrsta verður, at tunnilsbólkurin fer at venda sær til allar løgtingslimir við eini áheitan um, at løgtingið tekur málið upp, tí at halda fram at krevja bummgjald er lógarbrot. Um so er at fólk í Vágum skulu gjalda eykaskatt, so er sambært stýrisskipanarlógini rættast, at løgtingið samtykkir lóg um hetta.

Annars kann talan verða um, at landið ella tey landsstýrisfólk, sum hava ábyrgd av málinum, seinni koma undir stórt endurgjaldskrav. Tunnilsbólkurin hevur biðið um fund við Henrik Old, landsstýrismann í samferðslumálum, og væntar fundaboð ein av fyrstu døgunum.

Nú verður eisini gjørd ein løgfrøðilig útgreining av málinum, sum um neyðugt kann brúkast sum grundarlag fyri eini stevning.

Lánið til bygging av tunnlinum er útgoldið, og næsta stig er so, at landið yvirtekur raksturin av tunnlinum, og at hann verður vanligur landsvegur, sum allir aðrir vegir og tunnlar.

Bólkurin fegnast um, at løgmaður á fundi herfyri í Sandavági, har eisini borgarstjórarnir í kommununum í Vágum luttóku, var sinnaður at finna eina loysn, so at bummgjaldið verður avtikið.

Innsavningin av undirskriftum til frama fyri at fáa bummgjaldið burtur gongur væl og heldur fram.
 
Vinarliga
Tunnilsbólkurin í Vágum

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo