Í gjár setti FBI-ovastin Christopher Wray spurnartekn við um tað nú var eitt skot ella splintur sum rakti Donald Trump í oyrað undir drápsroyndini tann 13. juli.
Men hesi orðini hjá Wray eru ikki fallin í góða jørð hjá Trump, sambært TV 2.
- Nei, tað var – tíverri – ein kúla, sum rakti mítt oyra, og hon rakti meint. Tað var ikki glas ella splintur. Sjúkrahúsið kallaði tað "eitt skotsár í oyrað", og tað var tað, skrivar Trump á sínum egna sosiala miðli Truth Social.
The New York Times hevur frá videoupptøkum kannað kósina hjá kúluni og sigur miðilin, at talan var um eina kúlu – og ikki splintur frá eini kúlu – sum rakti Trump í oyrað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo