Vága Pensjónistafelag fer aftur hendan veturin at skipa fyri tiltøkum fyri limunum. Eitt limatiltak verður 26. oktober á skúlanum á Giljanesi við fyrilestri um Rasmus á Háskúlanum, tónleikaframførslu, lutaseðlaseðlasølu og felagssangi.
Í november er ætlanin at felagið vitjar Krígssavnið í Vágum. Og í desember verður sum vant jólaborðhald fyri limirnar.
Allir pensjónistar eru vælkomnir til tiltøkini, tá ið nýggir limir eisini kunnu tekna seg.
Vága Pensjónistafelag er limafelag í Landsfelag Pensjónista, og limaskapurin gevur eisini limunum møguleika at brúka nógvar og góðar avsláttaravtalur við handlar og fyritøkur.
Erhard Jacobsen er formaður í nevndini fyri Vága Pensjónistafelag, sum eisini virkar sum Eldraráð í Vágum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo