Ólavsøkufrágreiðing løgmans 2024: Stundum verður sagt, at í Føroyum eru vit bara samd um at vera ósamd - og mangan eru vit eisini rúkandi ósamd. Tað hava vit bæði rætt og pláss til.
Úteftir kann tað helst tykjast, sum vit eru longri frá hvør øðrum, enn vit veruliga eru. Tí heldur enn at leggja dent á stóru linjurnar, vit eru samd um, leggja vit dent á smálutirnar, vit eru ósamd um. Tí tað fær rúmd í miðlunum. Tí tað gagnar politiskt. Tí tað profilerar.
Hetta hevur leingi verið galdandi – og eg skal heldur ikki siga meg frían fyri tað.
Tíbetur hoyrast nú nýggir tónar. Hetta seinasta árið hava vit fingið nógvar breiðar semjur. Hesum eiga allir flokkar æruna av.
Eg kann nevna semjur um burðardygga ferðavinnu, tøkugjøld í alivinnuni, trygdarpolitikk, arktiskan politikk, broytingar í barsilsskipanini og at skerja ríkisveitingina. Vit vóru á einum máli um at yvirtaka farsóttarøkið, vitaverkið og sjórættin. Tað gleðir meg.
Tí tíðirnar krevja, at vit leggja okkum nógv meira eftir breiðum semjum. At vit skapa støðufesti og tryggleika. At vit gera avtalur, sum vara.
Ólavsøkufrágreiðing løgmans 2024 kann lesast her.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo