Ríðisambandið: Unga reiðkvinnan Ragnheiður Ólafsdóttir heldur fram við góðu úrslitinum í stórum altjóða kappingum.
Herfyri kom hon í fleiri finalur í DM og nú er hon komin stigið longur og hevur kvalifisera seg til eina A finalu í NM, sum er í Álandi í hesum døgum.
Hetta má metast at vera eitt sera flott avrik av Ragnheiður og hestinum Huga frá Hrepphólum. Í innleiðandi í greinini fjórðgongd ungreiðfólk, gjørdist tey nr 5 av 19 luttakarum – Karakterurin hjá teimum var bara 0,06 frá einum øðrum plássið, so vónirnar fyri at gera tað enn betri í finaluni eru sjálvsagt til staðar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo