- Vegna sera nógvar fyrispurningar hava vit valt at geva vágafólki møguleikan at verða kannað fyri koronu í Vágum.
Tað sigur privata kanningarstovan Thetis í tíðindaskrivi.
Í fyrstu syftu verður kannað hósdagin 11. novembur frá klokkan 9-11 og fríggjadagin 12. novembur frá klokkan 9-11
Til ber at bíleggja kanning í Vágum við at fara á coronatest.fo og síðani velja Á Hálsi 1 (omanfyri Vága floghavn).
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo