Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Føroyska landsliðið avmyndað uttanfyri leikstaðin í Chennai í morgun fyri dystin móti Libanon. F.v.: Luitjen Akselsson Apol, Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen og Rógvi Egilstoft

Føroyska landsliðið avmyndað uttanfyri leikstaðin í Chennai í morgun fyri dystin móti Libanon. F.v.: Luitjen Akselsson Apol, Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen og Rógvi Egilstoft

Føroyska landsliðið avmyndað uttanfyri leikstaðin í Chennai í morgun fyri dystin móti Libanon. F.v.: Luitjen Akselsson Apol, Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen og Rógvi Egilstoft

Talvsambandið: Føroyar telva í dag móti Libanon. Føroyingar ætla at vinna. Vit eru styrkismettir ovari enn teir; vit nummar 60, teir 92. 

John Rødgaard er ikki við í dag. Tí eru tað Helgi, Høgni, Rógvi og Luitjen, sum telva. Vit hava hvíta fólkið á øðrum og fjórða borði, hinir hava svart. Okkara menn hava hægri styrkital á øllum borðum.

Vit hava fyrr møtt Libanon á talvolympiadum. Dysturin í dag er tann sjeyndi móti landinum í Miðeystri, sum í fleiri ár var fyri lemjandi borgarakríggi og øðrum ófriði. Tað var næstan ikki dagur, at tað ikki frættist frá ófriði í Beirut. Slakar seks milliónir fólk búgva í Libanon.

Í undanfarnu seks landsdystunum í talvi okkara millum hava vit vunnið fýra ferðir, ein dystur er endaður javnur, og tann fyrsta - í 1972 - taptu vit.

1972 Føroyar - Libanon 1½-2½

1974 Føroyar - Libanon 2-2

1994 Føroyar - Libanon 3½-½

2002 Føroyar - Libanon 2½-1½

2008 Føroyar - Libanon 3½-½

2010 Føroyar - Libanon 3½-½

Fimm oddalið
Eftir fyrstu fýra umførini eru fimm lið, sum hava vunnið allar dystirnar. Tey eru India B, Armenia, Ísrael, Ongland og Spania.

Í talv-OL eru tvey stig at fáa fyri vunnan dyst, eitt stig fyri javnleik, og einki fyri taptan dyst. Í øðrum lagi telja borðstigini.

USA, sum er styrkismett nummar eitt, mátti í gjár sættast við javnleik 2-2 móti Usbekistan, sum Føroyar telvaðu ímóti leygardagin. Á 1. borði vann 17 ára gamli Nodirbek Abdusattorov - heimsmeistarin í kviktali - á Caruana, sum telvaði HM-finaluna móti Magnusi Carlsen í 2018.

Hjá norðurlondum gongur misjavnt. Norra, sum er styrkismett nummar trý í kappingini, hevur ilt við at standa seg. Í gjár endaði tað 2-2 móti Mongolia, sum er styrkismett nummar 45. Magnus Carlsen var tann einasti á norska liðnum, sum vann. Danmark, sum er styrkismett nummar 27, tapti fyri Lettlandi, sum er styrkismett nummar 64. Svøríki vann 3½-½ á Suðurafrika, Ísland vann 3-1 á Nigeria og Finnland vann 3½-½ á Katar.

Føroyar taptu í gjár fyri Kroatia, sum er styrkismett nummar 17. Vit fingu eitt hálvt stig. Helgi Dam Ziska var meistari fyri tí. Helgi var ógvuliga tryggur við hvíta fólkinum, og misti ongantíð javnvágina. Tvørturímóti hevði hann møguleikan í 38. leiki at tryggja sær høgligan fyrimun, men hann fann ikki besta leikin í støðuni. 

Mótstøðumaður hansara, Ivan Saric, vann fyri bara viku síðani í sterkari kvikkapping í Kroatia á russiska stórtelvaranum Ian Nepomniachti, ið júst hevur vunnið kandidatkappingina og tí rættin til nýggjan HM-finaludyst móti Magnus Carlsen. 

Tann dysturin verður sum kunnugt av ongum, tí norðmaðurin ætlar ikki at verja HM-heitið hesaferð. Líkt er til, at HM-finalan komandi ár tí fer at standa millum Nepomniachti og Ding Liren úr Kina.

Fylgjast kann við dystunum í talv-OL beinleiðis á netinum. Leinkið sæst á heimasíðu Talvsambandsins: faroechess.com.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo