Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Team Rynkeby: Í sambandi við, at altjóða dagur móti krabbameini hjá børnum er tann 15. februar, hevur Team Rynkeby Føroyar seinastu árini skipað fyri tveimum serligum tiltøkum í ein dag – tætt við 15. februar. Í ár eru tiltøkini leygardagin 11. februar.

Kl. 11.00-14.00 verður skipað fyri tiltaki í SMS, har súkklukappingar, livandi tónleikur, myndasýningar og røður eru á skránni. Tiltakið verður teknmálstulkað. Øll vitjandi fáa kaffi, djús og køku. Møguleiki verður eisini fyri at keypa eina Team Rynkeby-plakat, sum Ása Eikhólm Trygvadóttir hevur sniðgivið.

Seinni um kvøldið er stóri galladøgurðin á Hotel Føroyum. Gestirnir fáa fýra rættað matskrá umframt fyrsta floks undirhald og tónleik. Kvøldið endar við, at kekkurin fyri atgongumerkjasøluna verður handaður Team Rynkeby.

Skráin í SMS leygardagin:

Kl. 11.00: Don Joensen bjóðar vælkomin
Aksel V. Johannesen, løgmaður, røðir

Kl. 11.15: Jansy Gaardlykke og Bjørg Árnadóttir súkkla um kapp

Kl. 11.30: Tónleikur
Bárður á Lakjuni
Barnakór v/Joannu og Edith

Kl. 12.00: Alfred Hummeland og Rúni Juul súkkla um kapp

Kl. 12.15: Røða: Berin

Kl. 12.30: Myndasýning

Kl. 12.45: Sølvá Jansdóttir Joensen og Durita Øssursdóttir súkkla um kapp

Kl. 13.00: Røður
Margit Stóra
Sjúrður Skaale

Kl. 13.30: Myndasýning

Kl. 14.00: Tiltakið endar

Øll eru hjartaliga vælkomin at vitja Team Rynkeby í SMS.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo