Í gjár hevði okkara fyrrverandi løgtingsformaður eitt desperat neyðarróp á VP um at avtaka fólkatingssessirnar, har hansara egnu partamenn annars hava sitið so sera væl, fegnast um lønina og dusað sær á Christiansborg men nú eru edikasúrir um, tí teir eru dumpaðir til tey seinastu fólkatingsvalgini.
Henda árenda Túgvan fílist á okkara núverandi umboð, sum hon er øgiliga øvundsjúk á.
Tann óseriøsi politiski møsnarin kallar knappliga umboðini fyri tvætl!
Teir báðir, Edmundur og Sjúrður hava annars, mótvegis tjóðveldistum á Fólkatingi gjørt eitt stórt praktiskt arbeiði og hava náað úrslit, sum nógv fólk í Føroyum fegnast um. Teir hava avgjørt ikki tvætlað tíðina burtur.
Men hvussu var støðan, tá ið ovasti guru hjá Túgvuni sat og spældi sær á Fólkatingi við órímuligum pengakrøvum til ein sonevndan "Norðuratlantiskan spælibólk", har Loysingarformaðurin drenaði Fólkatingsins grunnar fyri pengar til beinleiðis tvætl og óbúgvið spæl.
Tað var eitt politiskt bragd, tá ið Petur Mohr Dam í sambandi við ta nýggju donsku grundlógina í 1953 fekk tvey umboð á Fólkatingi.
Tað fegnaðust nógv um.
Fremsta grenjingin hjá Jóannesi bónda var jú javnliga um, at vit ikki høvdu nóg góða umboðan og vórðu nógv for lítið hoyrdir á danska Fólkatinginum.
Nú vil hesin fyrrverandi løgtingsformaðurin hava sessirnar burtur, og tað er gratis at halda, tí hann veit, at í ein slíkan sess verður HANN aldrin valdur.
So kemur hann við beinleiðis lygnum um, at Danmark skal hava forsømt okkum.
Tað er valla nakað land á Norðurhálvkúluni, sum hevur forkelað eitt útjaðaraøki meira enn Føroyar eru blivnar.
Flogvøllurin er ikki forsømdur av Danmark, tvørturímóti. Vit hava stórt sæð fingið bæði í posa og sekk. Og uttan danskar veitingar var flogvøllurin ikki brúkiligur.
Okkara løgtingsfyrrverandi oddamaður dámar væl at kalla við orðum sum "klovnir" og "cirkus" um danskar politikarar og okkara fólkatingsumboð, men Reyna-Túgvan loypir heilt um, at júst undir komiskum og primitivum Túgvuvaldi var Løgtingið gjørt til eitt deciderað cirkus við Túgvuni sum meginklovn í tí føroyska politiska cirkussinum.
Tak bara tann sekteriska tjóðveldisfundin í Hovi á sinni!
Sjálvt partamenn og -kvinnur hjá Reynatúgvuni vamlaðust við, hvussu illa hann dugdi ella vildi passa sítt arbeiði sum løgtingsformaður. tað var tað bera barnsliga tvætl!
Burtursæð frá, at hann fekk lokkað Løgtingið til privat at útvega honum eina ta allarstørstu pensión í øllum Tí danska Ríkinum.
Og nú hevur Reynatúgvan so øgiliga ilt av, at Kriminalfiorsorgin í Mjørkadali ikki er optimal, men hann gloymir at fortelja, at teir føroysku fangar, sum sita í Mjørkadali, hava øgiliga nógv betri kor enn teir donsku fangar, sum sita í fongslum aðrastaðn í tí danska Ríkinum.
Meðan vit ikki greiða býli til húsvillar barnafamiljur í Havn, eldrarøktinliggur í beinleiðis neyð og sjúkrahúsini mangla týðandi veitingar, er tað ikki heilt órímuligt, at brotsmenn fyribils mugu noyðast við tey lýggju og nossligu hølini í Mjørkadali.
Men er man nóg tvørur, kann man skapa fiktiv politisk problem burtur úr øllum.
Túgvan er kend fyri at vera eitt tvørball og ein fantastur, uttan nakað politiskt jørðforbindilisi.
Hann fær eitt smáperverst eftirmæli sum tann fyrsti føroyski anorexia-politikarin ella bulymi-tvørballið, tí hann gjørdi tað til eitt landspolitiskt og parlamentariskt mál, at hann var so kræsin og ófólkaligur, at hann ikki vildi eta saman við okkara drotning.
Og sakleysir seyðir í Sandshaga jarma enn um ta ferðina,Túgvan fyri at promovera seg sjálva og sín ódugiliga politiska profil skjeyt eina neyðrakett á hásumri niður í eina aðra túgvu norðanfyri Sandsvatn, har hann helt, at bergholið skuldi koma "árið eftir".
Hesin politiski dukkufretur, sum Landsverk mátti fíggja, var "TAD BERA TVÆTL".
Tað var tað bera fjant og fjas, sum Reynatúgvan tekur til um heiðursmenninar á Fólkatingi.
Teir ARBEIDA, men fjanta, fjasa og tvætla ikki.
Men tað forstendur tann óarbeiðsføra Túgvan slett ikki.
Hon kann bara lúna, fílast, grenja og knarra um, at tey flestu ikki taka hana í álvara, men bara rokna hana fyri eina politiska pausu-klovn.
Virgar T. Dalsgaard
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo