![Talv 02](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/f/7/csm_Talv_02_c69c90fc44.jpg)
![F 47](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/f/c/csm_F_47_ab98865c35.jpg)
![Utsyni](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/d/d/csm_Utsyni_6cc54f1ee9.jpg)
Útsýni yvir ein av leiksalunum í Chennai

Talvsambandið: Klokkan 10:30 í morgun ólavsøkudag vórðu fyrstu leikirnir fluttir á stóru talvolympiaduni í India.
Føroyar telva í fyrsta umfari móti San Marino. Væntandi vinna Føroyar henda dystin ruddiliga. Føroyingar hava fleiri ferðir vunnið á San Marino í kappingini fyri smátjóðir í Evropa. Føroyar eru styrkismettar nummar 60 og San Marino nummar 154 av teimum 188 liðunum í kappingini.
Telvað verður sum vant á fýra borðum. Leiktíðin er 90 minuttir til 40 leikir, síðani tretivu minuttir aftrat umframt tretivu sekund fyri hvønn leikin. Okkara lið í dag er hetta: 1. Helgi Dam Ziska 2. Høgni Egilstoft Nielsen 3. Rógvi Egilstoft 4. John Rødgaard.
Ellivu umfør eru í alt. Kappingin endar 9. august.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo