Fyri einum ári síðani sótu átta av heimsins bestu telvarum og dystaðust um rættin at telva HM dyst móti norska heimsmeistaranum Magnus Carlsen.
Kappingin, ið nevnist HM kandidatkapping, varð telvað í russiska búnum Jekaterinburg, ið er høvuðsstaður í Ural økinum.
Tá sjey av 14 umførum vóru telvað, varð kappingin steðgað, av tí at Russland steðgaði allari flogferðslu orsakað av Covid 19.
Seinasta mánadag varð kappingin tikin uppaftur eftir steðg í eitt ár. Nú eru 12 av 14 umførum telvað.
Fremst í kappingini liggur 30 ára gamli russarin Ian Nepomniachtchi við 8 stigum. Honum á bakin kemur 26 ára gamli niðurlendingurin Anish Giri við 7½ stigi.
Amerikanski Fabiano Caruana, ið hevur hægsta styrkitalið av teimum átta, hevur ”bert” 6 stig. Seinast telvarð varð um HM heitið var Caruana avbjóðarin hjá Magnus Carlsen.
Í dag er frídagur og mánadagin og týsdagin verða seinastu talvini telvað.
Við bert tveimum umførum eftir er mest sannlíkt at russarin Ian Nepo ella niðurlendingurin Anish Giri verða næsti avbjóðari hjá norska heimsmeistaranum.
Sjálvur HM dysturin verður telvaður í Dubai og fyrsta talvið verður 24. nov.
Enjoy this great attacking victory by Anish Giri in round 11 of Candidates Tournament. He is half a point behind tournament leader Ian Nepomniachtchi with 3 rounds to go. pic.twitter.com/I81HfYFIL2
— Grand Chess Tour (@GrandChessTour) April 23, 2021
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo