Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Høgni Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag er nú á odda í FM-kappingini í talvi.

Í fimta umfari í gjárkvøldið vann Høgni á Andrias Danielsen úr Tofta Talvfelag, og hevur nú 4½ stig. Luitjen Akselsson Apol, sum byrjaði so væl, hevur nú telvað seinastu tvey talvini jøvn, og er tí eitt hálvt stig aftari. Í gjár mátti Luitjen sættast við javnt móti Heðini Gregersen úr Klaksvíkar Talvfelag.

Tvey umfør eru nú eftir, og tey verða avgreidd í dag. Sætta umfar er klokkan 10 fyrrapartin. Klokkan 16 verður so farið undir seinasta umfar.

Í dag verður telvað soleiðis í Landsliðsbólkinum:

6.umfar
Høgni Egilstoft Nielsen - Rani Nolsøe

Andrias Danielsen - Luitjen A. Apol

Heðin Gregersen - Hans Kristian Simonsen

Heiðrikur Jacobsen - Margar Berg

7. umfar
Luitjen A. Apol - Høgni E. Nielsen

Hans Kristian Simonsen - Andrias Danielsen

Margar Berg - Heðin Gregersen

Rani Nolsøe - Heiðrikur Jacobsen

Støðan í Landsliðsbólkinum
Høgni Egilstoft Nielsen, ST 4½

Luitjen A. Apol, HT 4

Heðin Gregersen, KTF 3½

Heiðrikur Jacobsen, HT 2½

Rani Nolsøe, KTF 2½

Andrias Danielsen, TT 2

Hans Kristian Simonsen, KT 1½

Margar Berg, HT 0

Hinar bólkarnir
Í almenna bólkinum eru ungir klaksvíkingar á odda. Fremst er Flóvin M. Tummasarson við 4½ stigi, honum næstur er Einar Gregersen við 4 stigum. Ellivu telva í almenna bólkinum.

Í unglingabólkinum er Elias Petersen úr Havnar Telvingarfelag á odda við 4½ stigi.

Telvað verður eisini í einum veteranbólki í dag. Her man Torkil Nielsen vera favorittur at vinna.

Kappingin endar í øllum bólkum í dag. Telvað verður í Løkshøll í Runavík. Eisini ber til at síggja talvini í Landsliðbólkinum beinleiðis á heimasíðu Talvsambandsins - faroechess.com.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo