Øll kampusætlanin á Frælsinum stendur og fellir við, at løgtingið játtar neyðuga upphædd til umvæling av Venjingarskúlanum. Tórshavnar kommuna blakar ongan út, men roynir í góðum samstarvi við Setrið at finna lagaligar loysnir fyri at tryggja nøktandi umstøður.
Tað er bara løgtingið, sum kann blaka næmingar á dyr. Verklagslógin liggur framvegis í løgtinginum, og ikki fyrrenn løgtingið fær tað arbeiðið frá hondini vita vit ikki, um kampusætlanin verður til veruleika.
Nú Annika Olsen eisini ákærir meg fyri at “føra býráðið bak ljósið” viðvíkjandi teimum lesandi á Fróðskaparsetrinum, so er helst neyðugt at lýsa málið enn eina ferð. Tí hetta er ein sera álvarslig ákæra, ið eg ikki kann hava standandi á mær.
Veruleikin er í sínum einfaldleika, at øll tilgongdin at flyta lesandi úr Sjóvinnuhúsinum niðan á Frælsið er samskipað við Fróðskaparsetrið og Landsverk.
Setrið hevur í hesum sambandi upplýst, at í prinsippinum ber ætlanin til, um nøktandi tíð er og peningur verður settur av til umvælingar av bygningunum á Frælsinum.
Aðrar fortreytir eru m.a., at virksemið á viðkomandi deildum ikki økist munandi, og at hølini í Nóatúni framvegis kunnu brúkast.
Eisini hevur Fróðskaparsetrið ynskt at hava atgongd til Kongshøll, til nýggi felagsbygningurin er bygdur. Tað hevur kommunan als einki ímóti.
Metingin frá Fróðskaparsetrinum fyri einum ári síðani var, at tað út frá hesum fortreytum fór at taka 2-3 ár at flyta alt virksemið hjá Fróðskaparsetrinum úr Sjóvinnuhúsinum niðan á Frælsið.
Tað vil siga, at alt virksemið í Sjóvinnuhúsinum kann flytast niðan á Frælsið, og at tað í fjør vár varð mett at taka 2-3 ár. Og tað er umleið síðst í 2024, akkurát soleiðis, sum upplýst varð fyri býráðnum.
At henda ætlan skal eydnast, er bara upp til løgtingið at avgera. Tað er har, Annika Olsen kann gera mun við at tryggja neyðuga fígging til umvælingarnar og at fáa kampusætlanina á skrá í løgtinginum.
Frælsið er bert ein partur av málinum. Eitt kampus í høvuðsstaðnum av altjóða formati er tað, sum flytur og byggir land!
Havi ráðført meg við kampusbólkin í morgun, og vit eru framvegis samd um tilgongdina. Niðanfyri er frágreiðingin frá kampusbólkinum frá 9. mars í fjør, har alt tað, eg nevni omanfyri, verður staðfest.
Heðin Mortensen
borgarstjóri
---
Møgulig flyting úr Sjóvinnuhúsinum í Venjingarskúlan
Fyrispurningur er komin til kampusbólkin hjá Fróðskaparsetrinum um møguliga flyting av deildunum, sum í dag húsast í Sjóvinnuhúsinum á Vestaru Bryggju, til Venjingarskúlan á Frælsinum.
Fyribils kanningarnar vísa, at í prinsippinum ber hetta til, treytað av at nøktandi peningur og tíð verður settur av til umvæling av Venjingarskúlanum. Aðrar fortreytir eru, at Fróðskaparsetrið yvirtekur fullan ognarskap til allar lonirnar og lendið, at virksemið hjá viðkomandi deildum ikki økist munandi og at hølini í Nóatúni framvegis kunnu brúkast.
Eisini hevur Fróðskaparsetrið tørv á atgongd til Kongshøll ella líknandi høli til nýggja samkomuhøllin í nýggja høvuðsbygninginum er tøk. Venjingarskúlin er í sera ringum standi, og neyðugt er við umvælingum óansæð. Skal virksemið í bygninginum økjast, er neyðugt við uppaftur meira umvælingum fyrr enn annars.
Skotið verður tí upp:
- At ein prinsipiel avgerð verður tikin um, at Venjingarskúlin skal brúkast í rúma tíð frameftir.
- At ein føst árlig upphædd verður sett á fíggjarlógina frá 2022 til 2028 til umvæling av Venjingarskúlanum, umleið 24 mió kr um árið.
- At á hvørjum ári ger ein stýringsbólkur við umboðum frá Fróðskaparsetrinum, Landsverki og Mentamálaráðnum eina raðfesting av, hvat skal gerast í árinum, og fylgir upp uppá, at tað verður gjørt.
- At umvælingararbeiðið fevnir um bæði lætta umvæling, størri broytingar, umbyggingar og økið uttanum, herundir parkeringsviðurskifti.
- At dentur í fyrstu atløgu verður lagdur á at gera so nógv høli sum møguligt brúkilig, soleiðis at virksemið kann økjast lutfalsliga skjótt. Hetta kann til dømis vera undirvísingarhøli í lon 3, 4 og 7, skrivstovur í neðra í lon 5, betri umstøður til lesandi og fyribils parkering á fløtuni. Í aðru atløgu og í longdini verður størri dentur lagdur á meira grundleggjandi umvælingar, til dømis av einari lon í senn.
- At kampusarbeiðið heldur fram við arkitektakapping um høvuðsbygningin, deildarbygningar og yvirskipaða ætlan fyri alt økið, herundir nýtslu og møguliga langtíðarbroytingar av Venjingarskúlanum.
- At Fróðskaparsetrið flytir út úr Sjóvinnuhúsinum so hvørt hølini í Venjingarskúlanum kunnu brúkast. Fyribils verður mett, at tað – við hesum fortreytum og í stigum – tekur 2-3 ár at flyta alt virksemið hjá Fróðskaparsetrinum úr Sjóvinnuhúsinum í Venjingarskúlan.
Fyrimuninir við hesi loysnini eru millum annað:
- At bygningurin verður endurnýttur sum partur av samlaðu kampusætlanini.
- At fleiri deildir verða savnaðar.
- At arbeiðið kann gerast stig fyri stig við kendum kostnaði og lutfalsliga lítlum váða.
Vegna kampusbólkin,
Ólavur Ellefsen, formaður
9. mars 2022
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo