Skúlablaðið: Kunning, kunning og aftur kunning; tað er tað, sum skal til fyri at venda einari óhepnari mentan; og tað ber til, tí tað hava vit nógv dømi um; eitt nú eru átøk hjá heilsumyndugleikunum góð dømi. Nøkulunda sama uppskrift eigur at verða brúkt í kunningini til øll, sum eru um børn, at gera greitt, at tað er umráðandi, at øll børn fáa gott í beinið málsliga frá byrjan av.
- Grundin undir allari góðari menning, eisini málsligari menning, verður løgd beinanvegin og byrjar alt fyri eitt, sum barnið er føtt; tað mugu øll, sum eru um børn, foreldur, heilsufrøðingar, dagstovnar, skúlar og so framvegis, vera tilvitað um, sigur Rigmor Dam.
Landsstýriskvinnan vísir á, at í sjeytiárunum var stórur dent lagdur á tannheilsuna, at fáa foreldur at busta tenninar hjá børnum og síðan børnini sjálv; úrslitið av hesum átakinum er, at tannheilsan er batnað munandi. Sama hendi við royking; tað var farið miðvíst til verka, og í dag eru tað nógv færri, sum roykja.
- Málmenning snýr seg onkursvegna um hugburð; av tí at vit hava góðar royndir við hugburðsbroyting, so havi eg eina vón um, at tað ber til at broyta hugburðin til frama fyri málmenning og størri lesitíttleika, men tað krevur eina miðvísa og neyva ætlan, og vit vita, at tað tekur tíð. Tað krevur eitt upplýst grundarlag, og tað eru myndugleikarnir, sum mugu taka ábyrgdina og kunna um týdningin av málmenning til borgaran og foreldur og at brynja læraran og námsfrøðingin í at taka hesa uppgávuna meiri upp á seg.
Miðvís ætlan treytar miðvís átøk; landsstýriskvinnan leggur upp til, at fólk við kunnleika gera tilmæli við støði í nýggju kanningini av lesivanum.
- Starvsfólk og myndugleikar mugu gerast nógv meiri tilvitað um týdningin at duga at lesa væl og virðiliga og at hava góðar lesivanar. Tað er mín vón, at tilmælini venda sær breitt og eru ítøkilig, at tey verða rættað til námsfrøðinga- og læraraútbúgvingina og eftirútbúgvingar, dagstovnaøkið, fólkaskúlan, har undir skúlabókasavnsøkið, framleiðslu av tilfari, kunning av lærarum og kunning til almenningin. Um somu tíð mugu vit í Mentamálaráðnum tora og duga betur at handla út frá teirri vitan, sum ráðið hevur. At læra av teimum, sum klára seg væl, og gera átøk, har skúlarnir ikki klára seg væl. Orkan er avmarkað, fíggingin er avmarkað, men tað er kortini umráðandi, at vit fara undir miðvís átøk, sum veruliga muna.
Les samrøðu við landsstýriskvinnuna í Skúlablaðnum í juni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo