Tann svenski staturin er ikki sinnaður at hjálpa SAS, sum er hótt av milliardskuld, og roknar staturin tí við at skulu eiga minni í flogfelagnum, skrivar danska TV 2, sum hevur tíðindini frá einum tíðindafundi hjá svenska vinnumálaráðharranum Karl-Petter Thorwaldsson í dag.
Stuðul frá svenska statinum var annars partur av bjargingarætlanini hjá SAS nevnd 'SAS Forward'. Svenski staturin eigur í løtuni 21,8 prosent av felagnum, skrivar TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo