Svimjisamband Føroya hevur í dag gjørt avtalu við Runavíkar kommunu, um at flyta skrivstovu og goymslu til Runavíkar, nú flytast skal úr ÍSF-húsinum í Havn.
Nýggi heimstaður SSF verður í bygninginum har Visit Runavík longu húsast, á Heiðavegi 13 í Saltangará, mitt í býnum og nær bæði ítróttarøki og tunnilsmunna.
- Vit í svimjisambandinum eru sjálvsagt sera fegin um hesa loysn sum Runavíkar kommuna bjóðar okkum, nú ÍSF-húsið er selt og verður tikið niður.
- Hølini í Saltangará eru sera væl egnað til okkara tørv, og liggja væl fyri í mun til okkara núverandi virksemi, har til dømis trý av okkara seks virknu feløgum eru búsitandi í Eysturoy..
- Tað er stutt til Havnar, nú tunnilin kemur, og vónandi verður tað skjótt eisini heilt stutt til stásiliga svimjihøll, sum Runavíkar kommuna ætlar at byggja við Løkin.
- Eftir ætlan byrja vit at flyta longu fríggjadagin, við tað at vit eru biðin um at vera úti úr ÍSF-húsinum nú leygardagin hin 10. oktober kl 12:00, sigur Rókur i Jákupsstovu, formaður.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo