Tórshavnar kommuna: Fríggjakvøldið 21. juni kl. 21. 00 skipar Tórshavnar kommuna fyri árliga tiltakinum Summarsólstøður í Sandagerði.
Meðan fólk savnast, spælir Sámal Ravnsfjall nøkur løg. Og síðani heldur Bergun Kass røðu.
Sum vant kynda skótar eitt stórt bál. Síðani verður skipað fyri felagssangi og at enda føroyskum dansi.
Til ber eisini at keypa bollar og kaka.
Ríðing á pinkurossum fyri børn verður eisini á skránni. Hetta fer fram millum kl.19.00-21.00.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo