Norðurlandahúsið í Føroyum hevur í sambandi við Summarframsýningina 2018 bjóðað øllum norðurlendskum og baltiskum myndlistafólkum at lata verk inn til framsýningina VATN – Norðurlendsk Salón, sum verður í tíðarskeiðnum 16. juni – 17. august 2018.
Vatn bæði bindur og skilir okkum í Norðurlondum. Harumframt hevur vatn givið okkum eina ørgrynnu av symbolskum og formligum møguleikum í listasøguni. Frá tí ímyndaliga til tað úrtøkiliga. Frá sjómálningum til hugtakslig samtíðarverk.
Framsýningin gevur eitt boð uppá, hvussu listin í dag viðger hesa lívgevandi, men eisini týnandi evnasambinding. Tað politiska, tað skaldsliga. Tað evnisliga, tað flótandi. Tað fornsagnarfrøðiliga, tað verkliga, tað fagurfrøðiliga. Øll sjónarhorn eru vælkomin.
Norðurlandahúsið í Føroyum er sera fegið fyri stóra áhugan, sum hevur verið fyri tiltakinum og errin av at kunna vísa verk frá stórum pørtum av Norðurlondum og Baltikum.
Luttakandi listafólkini eru:
Andris Vītoliņš ( LV), Anja Carr (N), Catrin Andersson (S), Charlotte Binau (DK), Dorthe Lund (DK), Guðrún Öyahals (IS), Hansina Iversen (FO), Jens Dam Ziska (FO), Kristin Tårnes (N), Lasse Lecklin (FI), Line Solberg Dolmen (N), Nina Maria Kleivan (DK), Rannvá Holm Mortensen (FO), Søssa Jørgensen (N), Steinunn Gunnlaugsdóttir (IS), Terje Roalkvam (N), Tove Kommedal (N), Vappu Johansson (FI), Victoria Cleverby (S) og Voldemārs Johansons (LV)
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo