Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Tjóðsavnið hevur sett saman eina røð av spennandi upplivingartúrum í summar. Túrarnir venda sær til bæði børn og vaksin, sum vilja uppliva okkurt øðrvísi og læruríkt eitt nú um fuglar, skordýr, blómur, tara, fornfrøði, hvalaveiðu, søgu ella sjórænarar á Skansanum.

Allir túrarnir eru skipaðir við serfrøðingum hjá Tjóðsavninum, sum hegnisliga greiða frá teimum mongu spennandi evnunum. Túrarnir eru ymsastaðni í Føroyum og hava ymiska longd og torleikastig. 

Fyrstu seks túrarnir eru longu í næstu viku og hildið verður fram til ólavsøku. 

Mikudagin 24. juni verður fuglatúrur á Eiði við Jón Aldará, lívfrøðingi. Millum Tjarnir er eitt serstakt og ríkt føroyskt náttúruøki við góðum vátlendi. Her búleikast nógvur heiðafuglur og nøkur heldur sjáldsom sløg kunnu síggjast har, sum t.d. reyðspógvi, tangspógvi og helsareyði. Koyrandi er til Loranstøðina, haðani lætt er at ganga millum Tjarnir og fram til Eiðisvatn.

Hósdagin 2. juli ber til at vitja fornfrøðiliga útgrevsturin á Velbastað, har Helgi D. Michelsen, fornfrøðingur, millum annað greiðir frá nýggju tíðarfestingini, sum bendir á, at kristna trúgvin á Velbastað er væl eldri enn frá umleið ár 999, tá ið Sigmundur sigst hava kristnað Føroyar. 

Av øðrum túrum kunnu eitt nú nevnast plantutúrar í Hoyvík, við Toftavatn og Norðskála, fjørutúrar í Borðoyarvík og Kaldbak, skordýratúrar í Sandavági og Lambafeli, vitjan á Hvalastøðini við Áir, biskupssetrið í Kirkjubø, taratúrar og spennandi barnatiltak um og við sjórænarum á Skansanum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo