Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar uppá skrivligan fyrispurning nr. 24/2023 eftir tingskipanini § 52a til Aksel V. Johannesen, løgmann, frá Bjarna Hammer, løgtingsmanni, um Suðuroyartunnilin

Fyrispurningurin var soljóðandi:
1. Nær í ár verður uppskot til verklagslóg fyri Suðuroyartunnilin lagt fyri Løgtingið?

Svar:
Sum tað stendur í samgonguskjalinum, so er samgongan samd um, at: “Heimild verður givin Pf. Suðuroyartunlinum at gera allar neyðugar kanningar í sambandi við Suðuroyartunnilin, og neyðugur peningur verður játtaður. Miðað verður eftir, at kanningarnar eru lidnar við ársenda í 2024. Samstundis verður ein haldføriskanning gjørd, og ein fíggingarleistur verður funnin sum skjótast.”

Samsvarandi hesum, eru 10 mió. kr settar av í løgtingsfíggjarlógini fyri 2023, og verða aðrar 10 mió. kr við í uppskotinum til løgtingsfíggjarlóg fyri 2024 til arbeiðið. Metingin hjá P/F Suðuroyartunnilin er, at henda játtanin røkkur til at gera forkanningar lidnar.

Forkanningarnar eru í gongd og P/F Suðuroyartunnilin upplýsir, at tær ganga væl og mesta arbeiðið verður liðugt um ársskiftið. Ein royndarboring skal gerast næsta summar. P/F Suðuroyartunnilin fer at gera uppskot og tilmæli um forprojekt, herundir linjuføring, og at gera eina kostnaðarmeting av íløgu og rakstri av einum Suðuroyartunli.

Tunnilsfelagið hevur sett tríggir arbeiðsbólkar, sum arbeiða við ávikavist linjuføring og atknýttir vegir, trygd, og hvat skal gerast við grótið. Tveir av hesum bólkum eru byrjaðir sítt arbeiði, og bólkurin viðvíkjandi nýtslu av grótinum úr tunlinum hevur sín fyrsta fund ein av komandi døgunum.

Løgmansskrivstovan arbeiðir harumframt saman við Fíggjarmálaráðnum, Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum, Landsbankanum og P/F Suðuroyartunnilin við at greina íløgu- og rakstrarkostnað fyri ein Suðuroyartunnil í mun til verandi farleið og at gera uppskot til fíggingarleist.

Tá allar forkanningarnar eru lidnar og haldføriskanning og uppskot til fíggingarleist fyriliggja, er málið klárt til politiska støðutakan.

Løgmaður hevur sett ein politiskan fylgibólk, har allir flokkar á løgtingi hava valt umboð. Politiski fylgibólkurin hevur havt sín fyrsta fund.

Í Tinganesi, 21. september 2023
Aksel V. Johannesen
løgmaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo