Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Enn er einki undirvísingartilfar framleitt til yngri børn, hvørs móðurmál er annað enn føroyskt; avleiðingarnar av tí eru eitt nú, at lærarar í stóran mun mugu gera undirvísingartilfar sjálvir, ella finna tilfar, sum teir meta er hóskandi. Hallfríð H. í Hjøllum, lærari, skrivaði í fjør ritgerð á Námsvísindadeildini um tilflytarar í fólkaskúlanum, har føroyskt er annaðmálið. Í sambandi við ritgerðina gjørdi hon kanning millum lærarar, sum undirvísa næmingum við øðrum etniskum uppruna.

- At lærarar sjálvir mugu gera tilfar, krevur nógva orku og tíð, og sum ein nevnir í kanningini, so krevur tað eisini eldsálir, sigur Hallfríð H. í Hjøllum.

Í spurnakanningini kemur fram, at lærarar brúka eitt blandað mál, tá ið teir tosa við flokkin; tað gera teir, tí nógvir næmingar eru illa fyri at samskifta á føroyskum.

- Mín varhugi er, at lærarar fyrst tosa og greiða frá á føroyskum um somu tíð sum teir royna at avlesa, um fremmandamælti næmingin skilur tað, ið sagt verður ella ikki. Skilur næmingurin ikki, má annað mál takast í brúk. Tað er tó ikki vist, at allir føroysklærarar megna at greiða frá, eitt nú, føroyskari mállæru á enskum. Er tað ein næmingur í yngru flokkunum, er tað ikki vist, at floksfelagarnir megna at samskifta á øðrum máli enn føroyskum. Tað eru heldur ikki allir fremmandamæltir næmingar, ið hava kunnleika til enskt; summir duga bara móðurmálið; tá mást tú samskifta á annan hátt, t.d. við myndum og rørslum.

Lesið grein í Skúlablað nr 5 um evnið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo