Nú kunnu bæði børn og foreldur gleða seg til stóra Dinolandið, sum verður inni í SMS alla summarfrítíðina.
Vit vita, at summarveðrið í Føroyum kann vera skiftandi, og tá er gott við einum innandura spælilandi, har børnini altíð kunnu spæla í góðum veðri.
Spælilandið verður á Torginum frá 15. juni til 14. august.
Sum heitið sigur, so verður eitt dinosauraland á Torginum í SMS við risastórum dinosaurum, ið geva ljóð frá sær og flyta seg sum rættir, livandi dinosaurar.
Í Dinolandi verður eisini gjørligt at reiggja, skreiða, hoppa og spæla, at man er farin aftur í tíðina, tá dinosaurarnir ráddu.
Tað er bara hugflogið, ið setur mørk!
Tað er sjálvandi ókeypis at spæla í Dinolandinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo