Ferðafólkini elska Kanariuoyggjarnar, men tann kærleikin gongur eftir øllum at døma ikki báðar vegir. Í dag hava verið stórar mótmælisgongur fyri at bremsa vøkstrinum í ferðavinnuni, skriva fleiri miðlar, teirra millum NRK.
Eini 55.000 fólk skulu hava mótmælt, tí tey halda, tað eru ov nógv ferðafólk sum millum annað gera tað dýrari at búgva í landinum og annars er vinnan ikki burðardygg, siga mótmælisfólkini.
Summi av mótmælisfólkunum eru farin so langt sum at fara í hungursverkfall. Tey vilja millum annað hava eitt mark fyri, hvussu nógv ferðafólk koma til oyggjarnar, tey vilja ikki hava, at fleiri gistingarhús verða bygd og forboð ímóti, at útlendingar kunnu keypa fasta ogn.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo