Tað stóð so dánt upp og niður hjá Sandoy Seafood í Skopun seinasta roknskaparár. Úrslitið gjørdist 28 túsund krónur, sum tó er væl betri enn árið fyri, tá úrslitið var hall uppá 2,8 milliónir krónur.
Bruttovinningurin var 21,3 mió kr, ein millión betri enn árið fyri, og starvsfólkakostnaðirnir smáar 18 mió kr, sum var nakað minni enn árið fyri.
Leiðslan sigur millum annað í frágreiðingini, at trupla atgongdin til rávøru ávirkar raksturin tann skeiva vegin.
Fíggjarstøðan javnvigar við 61 mió kr og harav eru smáar 10 mió kr eginpeningur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo