Flogbóltssambandið: SÍ kvinnurnar vunnu hálvfinaluna í Klaksvík í dag við einum 3 - 2 sigri á KÍF.
SÍ kom best frá byrjan og vann fyrsta settið 26-24, men KÍF svaraði aftur og vann tað næsta eisini við úrslitinum 26-24.
Triðja settið var javnt fram til umleið 13-13, men so tók SÍ nøkur avgerðandi stig og vann 25-18.
Ikki varð roknað við at KÍF kláraði at koma afturíaftur, men tær spældu sera væl í fjórða setti og vunnu heil 25-15.
Í 5. Setti kom SÍ best frá byrjan, og legði seg á odda 5-0, men KÍF hálaði seg upp á 5-6, tá SÍ tók time-out.
SÍ kom so upp á 10-6, og so gekk javnt á eina løtu, har liðini skiftust um at fáa stig, men endin var at SÍ vann 15-10.
Klokkan 19,00 í kvøld verður avgjørt, um tað verður Fleyr ella Mjølnir, sum skal møta SÍ í steypafinaluni 2. Mars.
Settini endaðu 29-24, 24-26, 25-18, 15-25 og 15-10.
Allar finalurnar kunnu síggjast á https://kvf.fo/live/2 umframt at lurtast kann á FM 1 á http://midlar.fo/
Kl. 17.00 MM Fleyr - ÍF
Kl. 19.00 MK Fleyr - Mjølnir
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo