Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Grímur Sundstein, løgtingsmaður
Svarari: Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu-og samferðslumálum
Evni: Tunnil til Vestmanna

Spurningar:
1. Nær verður væntandi farið undir at bora tunnil til Vestmanna?

2. Hevur landsstýrismaðurin saman við landsstýrinum gjørt nakra endaliga raðfesting av, hvørjir tunlar skulu gerast næst?

3. Fer arbeiðið at fyrireika og projektera tunnil til Vestmanna at halda fram komandi árini, hóast ongir pengar eru játtaðir á fíggjarlógini til Vestmannatunnilin fyri 2025 og frameftir?

Viðmerkingar:
Í uppskoti til fíggjarlóg fyri 2025, stendur m.a. at ‘Vestmannatunnilin verður fyrireikaður og projekteraður. Tá Tjørnuvíkartunnilin er liðugur, verður eftir ætlan farið undir Vestmannatunnilin.’

Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2025, er 1 mió. kr. sett av til tunnil til Vestmanna í 2024, men onki komandi árini! Til samanberingar hevði undanfarna samgonga í sínum seinasta fíggjarlógaruppskoti játtað 75 mió. kr. til Vestmannatunnil í 2025.

Nú arbeiðið at gera tunnil til Tjørnuvíkar er farið í gongd, kann væntast at ferð eisini kemur á fyrireikingarnar til Vestmannatunnilin.

Men hóast greiða setningin um, at ‘Tá Tjørnuvíkartunnilin er liðugur, verður eftir ætlan farið undir Vestmannatunnilin.’, kann tað tykjast sum ein andsøgn, at ongir pengar eru játtaðir á fíggjarlógini til hendan tunnilin komandi árini.

Farleiðin til Vestmanna er góð, tá veðrið er gott, men tíverri er ov ofta ikki koyrandi í vetrarhálvuni fyri vindi og kava.

Umframt vestmenningar og avbygdarfólk koyra eisini bussar við skúlanæmingum, tangabilar ísv. aling, lastbilar við farmi og framleiðslu, umframt á leið 40.000 ferðafólk, ið ferðast um Høgareyn í summarhálvuni.

Fyri at fáa greiðu á støðuni viðvíkjandi Vestmannatunlinum verður hesin fyrispurningur settur.

Brot úr fíggjarlógini 2025 – s.118

Á Løgtingi, 4. november 2024
Grímur Sundstein  
        

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo