Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Jóhannis Joensen, løgtingsmaður
Svarari: Ingilín D. Strøm, landsstýrismaður í umhvørvismálum
Evni: Bláa bók
Spurningar:
1. Er bláa bók/heilsuprógvið, sum føroysk sjófólk skulu hava, tá tey skulu á sjógvin, galdandi í øllum Norðurlondum?
2. Er neyðugt at hava fleiri heilsuprógv av sama slag, um tú siglir sum avloysari sum sjómaður í Føroyum og t.d. í Noreg?
Viðmerkingar:
Um tú skal sigla á sjónum í Norðurlondum, skalt tú hava bláu bók ella heilsuprógv, sum tað eftir 1. januar 2023 eitur.
Undirritaði skilir tó, at sjómaður hevur fingið upplýst, at føroyska heilsuprógvið ikki er galdandi í Norra, og at sjómaður, sum siglir ein túr í Føroyum og næsta túr í Norra, skal hava tvey heilsuprógv. Hetta sýnist undarligt.
Tí verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum.
Á Løgtingi, 15. juni 2023
Jóhannis Joensen
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo