Mason Greenwood, 18 ár, var frægasti leikari hjá Manchester United og skoraði einasta málið í javnleikinum móti West Ham.
Nú er nokk hjá Manchester United við javnleiki móti Leicester í seinasta umfarinum til at tryggja sær eitt CL-pláss.
George Best, Brian Kidd og Wayne Rooney hava allir skorað 17 ferðir í eini sesong sum tannáringar fyrr, og tá Mason Greenwood setti bótin í málið hjá Lukasz Fabianski fimm minuttir inn í seinna hálvleik kom hann ájavnt við metið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo