Eiðis kommuna: Komandi vikuskifti verður eitt brak av einum tiltaki á Mølini á Eiði.
Tiltakið byrjar longsta dag, fríggjadagin 21.06 kl. 19:00 við einum báli og borgarstjórin heldur røðu. Eftir røðuna verður felagssangur á skránni, har vit syngja góðar gamlar felagssangir.
Kl. 21.00 hava fólk møguleika at ganga niðan á Slættaratind, tí tá koyrir ókeypis bussur av Mølini og niðan á Skarðið.
Leygarkvøldið spæla Hallur Joensen og Sámal Ravnsfjall. Tiltakið leygarkvøldið byrjar kl. 20.00.
Tiltakið er eitt samstarv millum Eiði kamping og Eiðis kommunu.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo