Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Síðsta

Í sambandi við, at Liljan Weihe, løgtingskvinna, hevur sett landsstýrismanninum fyrispurningar um barnaverndartænasturnar og barnaverndarlógina, vil Sosialráðgevarafelag Føroya minna á, at arbeiðsbyrðan hjá sosialráðgevunum framvegis er ov stór.

Løgtingsins umboðsmaður legði í mars mánaða í fjør fram úrslit av kanning av eftirlitsvitjanum hjá barnaverndartænastunum. Sosialráðgevarafelga Føroya gjørdi tá vart við, at málstalið hjá sosialráðgevunum í barnaverndartænastunum í ov stóran mun er ov høgt.

Liljan Weihe, løgtingskvinna, hevur nú sett landsstýrismanninum í barnamálum ein § 52a fyrispurning. Løgtingskvinnan spyr, millum annað, hvussu landsstýrismaðurin vil tryggja, at barnaverndirnar kring landið halda Barnaverndarlógina og liva upp til ásetingarnar í lógini um eftirlitsvitjanir og barnasamrøður.

Arbeiðsbyrðan ov høg
Tað kundi tí verið upplagt hjá løgtinginum at sett sjóneykuna á arbeiðsbyrðuna hjá sosialráðgevunum.

Sambært vegleiðingini hjá danska sosialráðgevarafelagnum, eiga sosialráðgevar í barnaverndartænastunum ikki at hava fleiri enn 20 – 30 mál, alt eftir tyngdini av málunum. Hjá barnaverndartænastunum er talið í nógvum førum væl hægri.

Talan er um trupul mál, við ella uttan samtykki, ið eru serstakliga arbeiðskrevjandi, og har stór krøv verða sett til førleika og tíð til at samstarva við onnur, bæði foreldur, stovnar og myndugleikar.

Tað er politiska skipanin, sum hevur ábyrgd av, at barnaverndartænasturnar hava umstøður og tilfeingi til at skipa barnaverndararbeiði soleiðis, at barnaverndarlógin verður hildin.

Í síðsta enda er tað landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, sum hevur evsta eftirlit við, um kommunurnar og Barnaverndarstovan fylgja ásetingunum í Barnaverndarlógini og teimum reglum, ið eru ásettar við heimild í lógini.

Barnaverndarøkið eigur at raðfestast soleiðis, at øll børn í Føroyum eru líka fyri lógini, líka mikið hvar barnið býr. Reglulig endurskoðan av barnaverndarlógini er neyðug, tí tað er umráðandi við tíðarhóskandi lóggávu og fyriskipanum.  

Barnaverndartænasturnar røkja eina serstakliga týdningarmikla samfelagsuppgávu. Tað er tí eisini neyðugt við almennum orðaskifti, sum kastar ljós á, hvørjar dagføringar skulu til fyri at barnaverndartænasturnar kunna geva eina nøktandi tænastu.

Sosialráðgevarar ynskja ikki at kasta ábyrgd frá sær, men vilja enn einaferð vísa á ta stóru arbeiðsbyrðu og nøgd av málum, sum fleiri av sosialráðgevunum sita við. Hetta er sera álvarsligt, og tað mugu politikararnir taka í álvara og gera nakað við.

Vegna nevndina í Sosialráðgevarafelag Føroya
Hallbjørg Lamhauge, forkvinna

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo