07 Vestur: Sølvi er ímillum mest spælandi leikararnar hjá 07 Vestur, við 170 dystum á besta liði felagsins. Hetta hóast hann øll árini hevur verið nakað darvaður av skaða. Soleiðis varð eisini í fjør, men hann fekk allíkavæl 18 dystur í Betri Deildini.
Hesi árini síðan hann breyt ígjøgnum á besta liðinum eftir at hava roynt seg í Silkeborg ímillum 2012 og 14, hevur hann víst seg rættiliga fleksiblan. Hann hevur sostatss spæld á nærum øllum plássum, undantikið í málinum, okkurt árið í miðverjuni, onkuntíð á miðjuni og eisini á høgra og vinstra bakki umframt sum kantspælari.
Nøkur mál eru eisini komin, og í fjør vóru tað til tvey, sum bæði vóru avgerandi á hvønn sín hátt. Tað fyrra í 1-1 javnleiki á útivølli móti B36, tá hann javnaði í 70. minutti. Tað seinna var enn meira avgerandi, tí tað gav øll trý stigini á Toftum, í 86. minutti. Sølvi stóð á røttum stað eftir horna og tá bólturin kom inn fyri aftur var hann klárur við handaru stong.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo