Manchester City skal antin leika móti Chelsea ella Real Madrid í Champions League-finaluni í Istanbul tann 29. mai eftir at hava vunnið báðar dystirnar móti Paris Saint-Germain.
Manchester City skuldi brúka 51 ár at koma í finaluna í Champions League.
Manchester City vann ein tryggan sigur í avgerandi semifinaluni í kvøld. Riyad Mahrez skoraði bæði málini, meðan Angel Di Maria varð útvístur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo