Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Birkblog skrivar um ætlaninar hjá samgonguni at forða brúkarum at handla á netinum.

Eg freistist til at sitera øskudólg og sópingarkonuna, tá tey ikki vita, hvussu tey skulu liva, nú verðin liggur opin og bjóðar okkum ikki bara vørur, men eisini lýsingamøguleikar á øllum hillum.

Eitt nú á Google og Facebook.

Tá mark skal setast fyri innflutningi hjá einstaklingum av lógligum nýtsluvørum, sum eru keyptar bíliga á netinum, hví skulu føroyskar fyritøkur tá framhaldandi sleppa ótarnaðar at avreiða allar tøkar føroyskar lýsingakrónur til útlendskar netmiðlar á sama neti?

Kunnu vit gera sum í Kina og banna øllum føroyskum virksemi á netinum?

Ella ávís leitorð?

Eftir stendur, at skal møguleikin skerjast at keypa á netinum, so skal møguleikin at lýsa á útlendskum skipanum sum Google og Facebook eisini skerjast.

Tað er klárt.

Í báðum førum fara pengar av landinum.

Hevur landsstýriskvinnan í fíggjarmálum hugsað um tað?

ólavur

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo