Í dag boðaði norski milliardingurin og ríkasti maður í Noreg, Kjell Inge Røkke, frá á heimasíðuni hjá Aker, at hann flytir til Sveis.
Við tí missir norska skattaskipanin sín størsta skattgjaldara seinastu tíggju árini, skrivar norski miðilin E24.
Sambært E24 hevði Røkke í 2020 eina ogn á 19,6 milliardir norskar krónur. Tað gav eina skattarokning á 175 milliónir norskar krónur. Og síðani 2012 hevur hann tilsamans goldið 1,2 milliardir norskar krónur, skrivar E24.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo