Partafelagið S.M.S hevði 12,2 mió kr í vinningi eftir skatt í fjør. Tað skal samanberast við 12,7 mió kr árið fyri. Sølan vaks annars og endaði á 590 mió kr, sum var einar 32 mió kr meira enn í 2022. Men framleiðslu- og starvsfólkakostnaðir fóru sama veg. Eisini minkaði úrslitið av kapitalpørtum, tað er úrslitið hjá dóttirfeløgum, sum verða tikin við í roknskapin hjá S.M.S. Og fíggjarligu útreiðslurnar hækkaðu nógv, úr 6,3 til 9,6 mió kr.
S.M.S. eigur fleiri handlar og matstovur, eitt nú Bónus, Miðlon og Mylnu handlarnar.
Fíggjarstøðan javnvigar við 253 mió kr og eginognin var við árslok í fjør 136 mió kr.
Niels Mortensen er stjóri í S.M.S.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo