Amtsráðið í Suðuroyggjum, Hebridunum, vil hava Bakkafrost at koma við eini frágreiðing, eftir at føroyski alirisin hevur tikið avgerð um at stongja fleiri virkir í skotsku oyggjunum.
Eini 80 fólk fara at missa arbeiðið.
Tað fer at raka oyggjasamfelagið sera meint, og Bakkaftrost átti at havt upplýst um hetta nógv fyrr, verða umboð fyri amtsráðið, Comhairle nan Eilean Siar, millum annað endurgivin fyri at siga í miðlinum We love Stornoway.
Sagt verður, at avgerðin kom dátt við og púra óvæntað, ikki minst tá hugsað verður um tað, sum Bakkafrost áður hevur meldað út um framtíðarútlitini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo