Ungdómur er hvørki so ella so. Oftast er hann bæði - og...!
- Børkuvísur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Stórtíðindi

Donald Trump var fylgdur av talarapallinum undir veljarafundi í Pennsylvania, og blóð sást á andlitinum eftir at skot var at hoyra frá mannamúgvuni.

Gerningsmaðurin er skotin.

Nú skrivar Reuters, at tveir persónar eru deyðir - gerningsmaðurin og ein persónur millum áhoyrararnar.

Støðan hjá einum triðja persóni er kritisk, siga myndugleikarnir í Butler County.

Løgreglan er tilstaðar við Trump Tower á Manhattan.

Joe Biden, forseti, "biður fyri Trump" verður millum annað sagt í eini fráboðan frá Biden.

- Eg biði fyri honum og familju hansara og fyri øllum teimum, sum vóru á veljarafundinum, meðan vit bíða eftir nærri upplýsingum, verður sagt.

- Tað er ikki pláss fyri hesum slagnum av harðskapi í USA. Vit mugu standa saman sum tjóð ímóti tí.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo