Partafelagið Skansi Offshore hevði góðar 28 mió kr í vinningi eftir skatt í fjør. Tað er væl meira enn árið frammanundan, tá vinningurin var 19,3 mió kr eftir skatt.
Bruttovinningurin hjá konsernini vaks úr 103 mió kr í 2022 til 162 mió kr í fjør. Fíggjarstøðan javnvigaði við 444,7 mió kr og eginognin var 66,4 mió kr.
Í frágreiðingini sigur leiðslan, at positiva gongdin sum hevur merkt seinastu árini helt fram í fjør. Eftirspurningurin eftir tænastum, sum skipini hjá Skansa Offshore lata, vaks, og raturnar vóru hægri eins og kundarnir eru fleiri.
Um framtíðina verður sagt, at færri veitingarskip eru í Norðsjónum, og tað styrkir støðuna hjá Skansa.
- Útlitini eru góð, og úrslitið fyri 2024 væntast at blíva betri enn úrslitið fyri 2023, verður sagt.
Jens Meinhard Rasmussen er stjóri.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo